Klávus í SMS

Leygardagin 2. mai kl. 10.00 letur leikuhandilin Klávus upp í SMS. Handilin er á ovastu hædd (har sum Baresso var).

Klávus er ein nýggjur leikuhandil á tilsamans 150 fermetrum við leikum og spølum av nógvum ymiskjum merkjum sum t.d. Lego, Disney, Cars og Spyderman.


Leiðari í leikuhandlinum Klávus er Bjørg Lamhauge sum sigur, at leygardagin hava tey opið til kl. 20.00 við hópin av upplatingartilboðum.