Klútaseyming í Hæddini

Eystanstevna

 

Tey, sum vitja í Runavíkar-økinum á eystanstevnu, hava møguleikan at síggja klútaseyming – ella patchwork – í hølunum hjá Arbeiðarafelagnum Hæddini í Saltangará.

Patchwork er elligamal háttur at seyma pløgg. Tað var fátækradømi, sum gjørdi, at fólk noyddist at brúka hvønn klodda, sum annars fall av onkrum plaggi.

Tá tíðirnar broyttust, og umstøðurnar gjørdust betri, helt klútaseyming kortini fram, nú meira sum frítíðarítriv.

Ein leygardag um mánaðin hava nakrar kvinnur verið savnaðar í eini skúlastovu í Runavíkar skúla, har tær hava fingist við klútaseyming.

Nú eysanstevna verður hildin í vikuskiftinum, fara tær at sýna fram síni pløgg í hølunum hjá Arbeiðarafelagnum Hæddini.

Framsýningin við patchwork verður opin fríggjadagin frá klokkan 18-22 og leygardagin og sunnudagin frá klokkan 14-19.