Klútar orsøk til eldsbruna

Verður olja ikki rætt handfarin, kann hon gera stóran skaða Michael Gram, sum er brunatøkningur hjá løgregluni, sigur við www.vagaportal.fo, at tað vóru gamlir klútar við olju, sum vóru orsøk til, at eldur kom í bygningin hjá Ídni í Klaksvík.

- Tá ið summi sløg av gólvolju torna, geva tey hita frá sær. Einki hendir, um oljan er javnað út á eitt gólv, men um hon er, sum í hesum førinum á Ídni, á samanrullaðum klútum í einum posa, so fær oljan eina sera stóra yvirflatu og sleppur ikki av við hitan, og so kemur eldur í, sigur Michael Gram.

- Øll gólvolja sum er soleiðis í sambandi við herðingina, hevur eina ávaring um, hvussu tú skalt gera og eisini viðvíkjandi klútunum, tú brúkar, men onkuntíð er ilt at fáa eyga á henda tekstin, sjálvt hjá teimum, sum hava góð eygu.

- Tað rætta er at brenna klútarnar ella at seta teir á vatn ella í eitt metalílat, sigur Michael Gram við Vágaportalin.