hevur júst verið í Grimsby og lagt veiðuna upp, knøpp 500 tons, men prísurin er góður í løtuni og eisini er pundið sterkt, so manningarparturin er brúkligur, tó at hesin túrurin var nakað drúgvur. Sum skilst er fiskiskapurin í Barentshavinum rættiliga javnur í løtuni, úr 18 til 28 tons um vikuna. Seinasta lastin hjá »Vesturvón« er ikki seld enn, men roknað verður við at
prísurin á teim ymisku fiskavørunum kemur at liggja úr góðum 30 upp í góðar 50 krónur.










