Klárur til Zidane

Zinedine Zidane verður av flestu fótbóltsserfrøðingum mettur millum teir allar størstu í alheims fótbóltssøguni. Ja, heilt á hædd við bæði Pelé og Maradona, vilja summi vera við.
<DPTAB>    Eftir ein steðg á landslið, hevur hann nú meldað seg tøkan aftur hjá bláa stórveldinum, og leygardagin verður tað helst Fróði Benjaminsen, sum skal ansa Zizou í hansara veruliga come-back dysti fyri landsliðið

Bethune, Frakland: Á føroyska liðnum var Fróði Benjaminsen leikbannaður í 0-3 tapinum fyri Kypros, men hann er nú aftur partur av hópinum. Og tað man valda lítil ivi um, at hann aftur kemur beint inn millum teir fyrstu ellivu, og ivaleyst verður tað eisini hann, sum vær møtumiklu uppgávuna at standa yvir fyri einum av bestu spælarunum í søguni.
- Tú veit jú ikki, um tú sleppur at byrja inni, men sjálvandi vóni eg, at tað verður støðan, segði Froði, tá vit eftir fyrstu venjingina hjá landsliðnum fingu orðið á hann.
Og tað verður kanska eisini tín lutur at standa yvir fyri einum av bestu spælarunum í fótbóltssøguni. Er tað nakað, sum mann hugsar serliga nógv um undan einum slíkum dysti.
- Verður tað so, so verður tað sjálvandi ein stór uppliving. Tú hugsar kanska eisini serliga nógv um tað undan dystinum, men tá dómarin so hevur sett dystin ígongd, so eru teir tankarnir burtur. Tá roynir tú bara at gera tað so gott, sum tú á nakran hátt kanst gera tað.
Og tú hugsar ikki um, at tað kanska kann kosta Zidane ella Real Madrid einar 50 milliónir, um tú gert eitt ov ógvusligt fríspark?
- Nei. Eg ætli mær so ikki at standa sum ein rukka á vøllinum. So man má gera tað, sum er neyðugt, stórflennir Fróði.
Hann heldur annars, at lagið í hópinum er gott undan stóru uppgávuni, og at menn eisini sálarliga eru klárir til uppgávuna.
- Ikki minst haldi eg, at liðið vil reisa seg eftir keðiliga úrslitið móti Kypros. Spælið var kanska ikki so galið tá, men úrslitið var alt annað enn gott.
Og hvat er so eitt gott úrslit hesaferð?
- Tað er sjálvandi trupult at siga. Men vit hava so ein 0-0 javnleik, tá vit fara á vøllin, og kundu vit hildið fast um hann, so vildi tað verið fantastiskt, segði Fróði Benjaminsen at enda.