Michael Hinge metir, at Pál Joensen við sínum tveimum gullheiðursmerkjum higartil í EJM er í heimsklassa. - Og stigið at blanda seg millum teir fremstu, vaksnu svimjarar í heiminum er til at fáa eyga á, sigur Michael Hinge. Sum ungdómslandsliðsvenjari hjá Danmark kennir Michael Hinge væl Pál Joensen, Kára á Høvdanum og Elspu Mørkøre, ið sum kunnugt í dag er í danska landsliðshitanum. - Øll hesi trý hava eitt ótróliga stórt potentiali. Og øll trý høvdu verið ein natúrligur partur av okkara fyrireikingum til OL í 2012 og 2016, sigur Michael Hinge.