Felagið Føroysk Verkætlanarleiðsla (FVL) hevur nú skipað nevnd og er farið undir at gera virkisætlan fyri tiltøk, ið felagið ætlar at fyriskipa í summar og í heyst.
Í nývaldu nevndini sita Árni Jakobsen, formaður, Suni Christiansen, næstformaður, Kári Dal-Christiansen, skrivari, Sigurd L. Lamhauge og Regin W. Dalsgard.
Ætlanin er m.a. at skipa fyri vitjanarferðum til nakrar av teimum verkætlanunum sum eru í gongd í Føroyum í løtuni og fáa frágreiðing um hesar, her dentur verður lagdur á leiðsluliga partin av verkætlanini. Endamál við hesum vitjanum er at víðka kunnleikan um hugtakið verkætlanarleiðslu. Vónin er eisini at tílík tiltøk kunnu menna eitt kontaktnet millum limirnar, soleiðis at teir kunnu heysta av royndum hjá hvørjum øðrum og harvið mennast. Ætlanin er at hava fyrsta tiltakið áðrenn summarfrítíðina.
Felagið er økisfelag undir danska felagnum Dansk Projektledelse (DPL), og er ætlanin hjá føroyska felagnum eisini at kunna um tiltøk, sum limir kunnu luttaka í uttanlands, umframt at kunna um møguleikan at gerast IPMA-sertifiseraður, sum alttjóða viðurkendur verkætlanarleiðari; eitt samstarv, ið DPL hevur við altjóða felagsskapin IPMA (International Project Management Association).
Í næstum verður boða frá virkisætlanini hjá felagnum harundir »á veg heim fundum« og virkisvitjanum.