Hondbóltur ? kvinnur
Einki var at ivast í, at Stjørnan var favorittur í dystinum móti Sóljuni. Liðini hava hvør sítt endamál í kappingini, og tað var eisini skjótt greitt, at ein ávísur styrkismunur er á.
Áðrenn Sóljan veruliga hevði hugsað seg um, høvdu klaksvíkskvinnurnar togað seg nøkur mál frá, og hóast Sóljan seinastu løtuna undan steðginum var væl við, so skapti hetta ongan tíð nakran spenning av nøkrum slag.
Í seinna hálvleiki hevði Stjørnan somuleiðis gott tak á alla tíðina. Tó at heimaliðið eisini slapp upp í part, so kom sigurin ongan tíð í vanda, og seinastu tíggju minuttirnar settu gestirnir veruliga ferð á, soleiðis at sigurin eisini gjørdist trivaligur í tølum. At Sóljan so eisini fekk Herthu Simosen rikna av vøllinum, mundi ikki gera støðu teirra betri, og ikki minst man tað vera tungt, at tær nú mugu vera hana fyri uttan til komandi uppgávuna.
Hjá Stjørnuni var hetta annars seinasta upphitingin til brakið, sum verður í Klaksvík komandi vikuskifitð.
Tá kemur VÍF á vitjan, og skal Stjørnan veruliga gera seg galdandi í ár, er helst neyðugt at vinna hendan dystin. Tað verður tó tungt, tí fyri bæði oddaliðini er galdandi, at langt er ímillum teir dystir, har tær veruliga verða settar undir trýst, og hetta ger, at ilt er at meta um veruligu styrkina hjá liðunum.
Mett eftir dystinum, sum bæði liðini spældu í Vestmanan fyrr í heyst, so kann talan tó gerast um ein veruliga spennandi dyst, og hóast hann ikki fer at avgera FM-heitið, so fer hetta helst at verða ein ábending um, hvar gullið skal handast.
Dysturin í tølum
Sóljan-Stjørnan 15-28 (8-14)
Málskjúttar:
Sóljan: Asta Petrauskiene 8, Sólja Jóanisdóttir 2, Jóhanna í Horni 2, Hertha Simonsen 1, Heidi Haraldsen 1, Heidi Maria Akselsen 1
Stjørnan: Simona Dziugyte 7(2), Andrijana Milodanovic 6, Joan M. Joensen 5, Anna Krisian Samson 5(1), Bára Skaale 2, Davina Sundskarð 1(1), Ragna Andreasen 1(1), Jastrid Gullaksen 1
Brotskøst: Sóljan 2, Stjørnan 7
Útvísingar: Sóljan 3
Diskvalifikatión: Sóljan 1 (Beinleiðis reytt)
Dómarar úr VÍF: Áki Olsen & Ingi Olsen









