Klárt til stórdystin

Í morgin fer føroyska landsliðið undir sína størstu avbjóðin nakran tíð, og spenningurin kring hetta tykist vera stórur

HANNOVER: Flogfarið hjá Atlantic Airways við fótbóltslandsliðnum og einum 40 viðhaldsfólkum settist tíðliga seinnapartin sunnudagin í Hannover, har føroyska ferðalagið skal halda til komandi dagarnar.
Í mun til dystin í Litava er einki at ivast í, at áhugin fyri hesum dystinum er munandi størri. Sum sagt, so vóru eini 40 viðhaldsfólk við á ferðini í Litava, men hetta talið verður fleirfalda komandi dagarnar. Longu sunnukvøldið kom eitt leiguflogfar frá Atlantic Airways til Hannover, og umframt hetta eru eisini mong, sum leggja leiðina framvið Danmark á vegnum. Bussferðir í hópatali eru fyriskipaðar úr bæði Keypmannahavn og Jútlandi, og roknað verður við, at eini 500 føroysk viðhaldsfólk verða á staðnum, tá dysturin verður blástur ígongd.
Eisini í týsku miðlunum er áhugin fyri dystinum stórur. Mest sum øll tey stóru bløðini hava seinastu vikurnar havt rúgvusmikið tilfar um Føroyar og føroyskan fótbólt, og hóast tey sjálvandi rokna við einum sigri, so verða ávaringartekin av ymsum slag send út. Ikki minst mundi hepni javnleikurin hjá skotum í Føroyum gera sítt til, at so er.