Klárt til stóra gildið

Nú er greitt, hvussu Frændur fara at halda sín 25 ára dag, tá ið teir eisini geva nýggja fløgu út. Frændur kunnu í ár halda silvurbrúdleyp, og tað skal gerast við stórari konsert í ítróttarhøllini á Hálsi í Havn, tá Frændur eisini geva nýggja fløgu út.

Føðingardags- og útgávukonsertin verður leygarkvøldið 21. november, og nú er greitt, hvussu Frændur ætla at halda stóra gildið.

Kvøldið byrjar klokkan 22, tá ið matstovan Etika fer at bjóða sushi. Klokkan 23 fer Sámal Ravnsfjall á pallin at spæla nakrar av sínum kendu sangum.

Á midnátt fara Frændur at hava útgávukonsert, har teir spæla sangir av nýggju útgávuni, sum verður latin almenninginum sama dag.

Eftir tað fer Hanus G. Johansen at syngja og spæla.

Kvøldið endar við, at Frændur koma aftur á pallin, og tað stendur stóra hittparadan hjá teimum á skránni. Teir fara at spæla tað besta frá teimum 25 árum, teir hava verið virknir, og spurningurin er bara, um teir náa allar sangirnar, áðrenn kvøldið eftir ætlan skal enda klokkan 4.