Klárt til stóra Frændur-kvøldið

Frændur fara leygarkvøldið á pall í heimstaðnum, og nú er skráin fyri kvøldið kunngjørd. Hanus G. Johansen fer á pallin at hita upp, áðrenn Frændur síðani fara at spæla. Hanus verður aftur at hoyra klokkan gott eitt, og síðani spæla Frændur frá klokkan tvey og restina av náttini.

 

- Vit gleða okkum til at spæla heima í Klaksvík, og vit eru eisini fegnir um, at móttøkan av okkara fløgu hevur verið so góð, sigur Steintór Rasmussen, sum lovar at Frændur fara at endurtaka brakið í Havn fyri tveimum vikum síðani.

 

Hetta er tíðin, tí ið nógvar jólaveitslur verða hildnar, og roknað verður við nógv fólki í KÍ-høllini til stóra jólagildið leygarkvøldið.