Eftir at norska kappingin endaði um vikuskiftið, er endaliga staðfest, hvussu bólkarnir í nýggju Royal League koma at síggja út. Samansetingin er soleiðis, at hvør bólkur telur ein eittara og tvey?ara úr ávíkavist Danmark, Svøríki og Noreg.
Enn er endaliga dystarskráin ikki løgd, men ymsu bólkarnir síggja soleiðis út: Í bólki 1 eru Rosenborg, Vålerenga, Esbjerg og Djurgården. Í bólki 2 eru FCK, Brøndby, IFK Gøteborg og Tromsø, og í bólki 3 eru so Malmö FF, Halmstad, Brann Bergen og OB.