Femøren á Amager verður í dag og í morgin karmur um føroyska tónleikafestivalin MíttLand, har ein ørgrynna av føroyskum tónleikarum fara at framføra.
Lagt verður til brots nú klokkan 19, tá ið navnframi Gissur Patursson fer at diska, og seinni í kvøld verða tað nøvn so sum Jens Marni Hansen, Uni Debes, Stanley Samuelsen, Sámal Ravnsfjall, Signar í Homrum og Danny & the Veetos, ið fara á pallin.
Tað hevur verið rættiliga vátt í Keypmannahavn í dag, men nú er slitið í, og sólin sær. Veðurforsøgnin fyri vikuskifti boðar eisini frá turrari veðri, so líkt er til, at tað verður turt, tá ið tónleikurin byrjar.
MíttLand heldur fram í morgin, tá ið eitt nú Eyðun Nolsøe, Tinganest og Kristina Bærendsen fara á pallin.