Teir víðgongdu islamistarnir, sum hava tikið ræðið í meginpartinum av Somalia, hótta við at fara í heilagt kríggj við grannalandi Etiopia, tí etiopiska stjórnin styðjar somalisku stjórnina, sum islamistarnir berjast við. Tað fekk í gjár etiopiska forsætisráðharran, Meles Zanawi, at siga, at etiopiski herurin hevur fyrireikað seg og er nú til reiðar at fara í kríggj við islamistarnar. Hann legði afturat, at eftir hansara tykki kann kreppan ikki loysast við samráðingum. Nógvir eygleiðarar stúra fyri, at tað hvassa orðalagið kann enda við einum veruligum kríggi.