Hondbóltur
Enn hevur Stjørnan ein teoretiskan møguleika at taka VB, men hesin má tó metast sum verandi sera lítil. Undan seinasta dystinum hetta kappingarárið eru tvey stig millum liðini, men í máltalinum er VB nakað væl frammanfyri. Eisini hóast málini hjá VB móti Tjaldri ikki telja fult.
Um vikuskifti hevði VB vitjan av StÍf, og sum væntað varð her talan um tryggan heimasigur. Tað var eisini úrslitið, tá Neistin endaði sítt kappingarár við útidysti í Klaksvík.
Soleiðis er nú bert ein dystur eftir at spæla í Sunset-kappingini. Tann dysturin skuldi ætlandi gerast veruliga finalan, har Stjørnan og VB skuldu gera av, hvør skal avstað við gullinum. Men sum landið liggur, so er helst óhugsandi, at nøkur broyting verður í endaligu raðfylgjuni.
Fakta um dystirnar
VB-StÍF 36-24 (22-11)
Máskjúttar
VB: Daiva Toumaite 7(1), Aukse Vysniaskaite 7(1), Rannvá Augustinussen 6, Laila Jespersen 5, Sólrun Krosslá 3, Margreth Augustinussen 3, Christina Holm 3, Arnleyð Hjelm 1, Jacoba Poulsen 1
StÍF: Rebekka Justinussen 11(5), Poula D. Olsen 7, Sunfríð B. Jacobsen 2, Paula B. Høgnesen 2, Malan Petersen 1, Rósa Johansen 1
Brotskøst: VB 4, StÍF 5
Útvísingar: VB 2, StÍF 2
Dómarar: Birgir Dimon & Egil Steintórsson
Stjørnan-Neistin 26-19 (12-12)
Málskjúttar
Stjørnan: Annika Ljósstein 10(4), Katarina Stepanov 5, Alina Olaru 3, Una Olsen 3, Joan M. Djordjevic 2, Bára S. Klakstein 1, Maria við Neyst 1, Anna Kristina Samson 1
Neistin: Simona Dziugyte 7(1), Jórun Ludvík 4(1), Marun Tróndarson 3, Ása á Neystabø 2, Mia Káradóttir 2, Mildrið Jacobsen 1
Brotskøst: Stjørnan 6, Neistin 3
Útvísingar: Stjørnan 3, Neistin 2
Dómarar: Heri Petersen & Brandur Johansen.










