Fótbóltur
Egyptaland hava enn einaferð megnað at spælt seg í hálvfinaluna, og hetta hendi, tá teir í gjárkvøldið vunnu 2-1 móti Angola í seinastu fjórðingsfinaluni.
Egyptaland hevur vunnið kappingina heili fimm ferðir, og er tað mest av øllum, síðan kappinin byrjaði, afturi í 1957, tá júst Egyptaland vóru vertir.
Egyptaland við bóltsnillinginum Mohammed Zidan, ið eitt skifti var at finna í donskum fótbólti, á bonkinum, komu betur frá byrjan, og tá ein verjuleikari hjá Angola nýtti hondina í egnum brotsteigi, varð bríkslað fyri brotssparki, og Hosny kundi so lættliga skora við brotssparkinum, og leggja meistararnar frá í fjør, á odda.
Tað gingu tó bert tríggir minuttir, áðrenn Manucho javnaði fyri Angola, við einum framúrskarandi vinstrabeinsskoti frá brotsteigarmarkinum, ið rakti undir tvørstongina og í málið.
Men seks minuttir undan steðginum skoraðu Egyptaland aftur, og hesaferð skuldi talan gerast um avgerandi málið. Innlegg kom frá Ahmed Fathi, og tá bólturin slapp at ferðast millum vinir og fíggindar í brotsteiginum, kundi Amr Zaki beina bóltin í málið við økslini, tá hesin kom at standa leysur við handara stólpan.
Stórsigur til Chelsea-stjørnur
Hini liðini í hálvfinaluni eru Cameroun, Fílabeinsstrondin og Ghana.
Cameroun vann í gjárkvøldið sína fjórðingsfinalu móti Tunis, men tað tók fast, áðrenn sigurin var heima. Eftir 90 minuttum stóð á jøvnum, men eftir fimm minuttum av longdu leiktíðini kundi Stephané Mbia senda avgerandi bóltin í kassan.
Sunnudagin vunnu vertirnir úr Ghana á Nigeria við 2-1, og Fílabeinsstrondin, sum verður mett sum ein av favorittunum í kappingini, vann heili 5-0 á Guinea. Chelsea-spælararnir, Didier Drogba og Salomon Kalou stóðu fyri trimum av málunum hjá Fílabeinsstrondini.