Hósdagin í komandi viku byrjar fyrsta av íalt 22 legum í summar.
Henda fyrsta legan er ætlað brekaðum og varir henda fram til sunnudagin.
Seinni í komandi mánaði verður ein lega fyri støk, og tá komið er út í juni mánað verður av álvara farið undir virksemið í stóra leguhúsinum í Vatnsoyrum.
Fyrst verða fýra familjulegur, áðrenn tær 12 summarlegurnar byrja. Áðrenn skúlarnir byrja eftir summarsteðgin verða tvær familjulegur aftrat, soleiðis at tær í alt verða seks í tali.
Í heyst verða bæði bíbliuskeið, stevnur fyri menn, kvinnur og hjún, eins og ein lega fyri 18 ár og eldri.
Seinasta legan verður í heyst, tá ein lega fyri tey 14 til 17 ára gomlu er á skránni.
Í ár eru annars liðin 40 ár síðani legurnar byrjaðu í Zarepta. Síðani tá hava túsundtals børn, ung og onnur verið á legum í Vatnsoyrum.










