Tað eru Stjørnan og Tjaldur, sum hava spælt seg í finalurnar, og fyrsta av upp til trimum finalum verður spæld í Runavík í annaðkvøld klokkan 19.
Dómarar til tann dystin verða Eyðun Samuelsen og Andreas F. Hansen.
Hóskvøldið klokkan 19 verður spælt í Klaksvík, og tann dystin døma Hans Thomassen og Hanus Kúrberg.
Verður neyðugt við einum triðja finaludysti, verður hesin í Klaksvík leygardagin, og tá verða dómararnir Rúni Mohr og Ragnar Simonsen.










