Kyndil-StÍF 30-22 (16-13)
Umstøðurnar vóru til hondbóltsveitslu. Ein rokandi full høll av áskoðarum. Tvey lið, sum óteljandi ferðir levera ein knalldyst sínamillum. Og ikki minst spenningurin um FM-finaluna, sum bæði liðini høvdu møguleika at røkka.
Veitslan var bara hálv
Men hóast gestirnir soleiðis komu í hópatali, og hóast borðreitt var til tað heilt stóra brakið, so gjørdist veruliga veitslan tó av ongum. Ella kanska skuldu vit bara sagt, at veitslan varð hálv.
Tí tað var bert grøni parturin av høllini, sum veruliga var í veitsluhýri. Tey hvítu og reyðu larmaðu kanska í løtum, men fyri tað nógva vóru tey vitni til, at strandingar vórðu spældir niður og norð.
Hóast liðini fylgdust stóran part av fyrra hálvleiki, so tóktist Kyndil koma nógv lættari til sínar møguleikar og mál. Spælið var fyri tað nógva væl varierað við Høgna Klein sum væl uppløgdum spælskipara. Ikki minst, tí hesin dugdi at gagnnýta tað pláss og ta tíð, sum skotstyrkin av bakkunum gav.
Einstreingjað
Og júst hetta var kanska munurin. Nú StÍF aftur hevur at kalla alt fólkið tókt eftir skaðar, telur bakketan nakrar av skotsterkastu spælarunum í landinum. Leivur Justinussen, Finnur Hansson og Sveinur Justinussen kunnu allir á einum góðum degi avgera ein hondbóltsdyst, og við Jakob Jónsson at stuðla uppundir, er eisini rúm fyri hvíld hjá bakspælarunum.
Tað skuldi lagt upp til, at StÍF veruliga kundi leggja trýst á í álopspartinum, og antin spæla tunt ella inn á strikuna, men hetta hendi alt í verðini ov sjáldan. Heldur royndu skotsterku spælararnir hvør í sínum lagi at avgera dystin. Og tá so er, so endar tað aloftast við, at eingin teirra avger nakað sum helst. At Finnur hevði einar tvær mest sum genialar fríspælingar á inn á strikuna til Mortan, vigar ov lítið í so máta. Botnlinjan staðfesti, at liðavrikið hevði verið ov veikt. Og í øllum førum væl minni enn tað, sum StÍF hevur havt sum eyðkenni, tá liðið er partur av steypafinalu.
Høvdu yvirskotið
Seinna korterið av fyrra hálvleiki hóttu teir grønu eisini veruliga við at fara avstað, men StÍF fekk kortini toga seg aftur. Marian byrjaði veruliga at spæla seg upp, og millum annað tók hann sær av tveimum brotskøstum. Samstundis megnaðu teir í hinum endanum at stríða seg ígjøgnum nøkur gjøgnumbrot, men tað stóð tó greitt, at hetta kostaði nógva orku. Ikki minst, tí liðið eisini spældi í undirtali stóran part av fyrra hálvleiki.
Og kropsliga yvirskotið, sum hetta kravdi, tóktust teir ikki hava seinna hálvleik. Kyndil sýndi hinvegin, at teir í løtuni hava eitt sálarligt yvirskot, og sjálvsálitinum í hesum megnaðu strandingar als ikki at standa ímóti.
Náddu fjart mál
Og tá teir so eisini byrjaðu at gera alt fleiri óprovokerað mistøk, skrádnaði fullkomuliga. Kyndilin logaði alsamt sterkari í høllini, og tað var fult uppiborið, at grøni hópurin eftir seinasta bríksl kundi dansa sigursdans á miðjum vølli. Finaluplássið, sum tóktist veruleikafjart fyri tveimum mánaðum síðani, er rokkið. Og sum liðið koyrir í løtuni, eru teir helst størri favorittar enn VÍF, tá sjálvir finaludystirnir standa á skránni.
Kanska var tað ein lítil skeina, at Lars Black yvirreageraði, tá hann púrasta óviljað varð skotin í høvdið av Leivi Justinussen. Tað ber við sær, at málverjin er leikbannaður undan finaluupphitingini móti VÍF, men júst tann dysturin er í løtuni nakað væl minni týdnignarmikil, enn flestu dystirnir millum feløgini bæði eru tað.
Fakta um dystin
Kyndil-VÍF 30-22 (16-13)
Málskjúttar
Kyndil: Ken Zachariasen 9(4), Høgni Klein 7, Rókur Akralíð 6, Hanus Johansen 4, Janus Einar Sørensen 3, Hjalti M. Jacobsen 1, Hans Áki Dal Christansen 1
StÍF: Leivur Justinussen 6(4), Mortan Hansen 4, Sveinur Justinussen 3, Jacob Jónsson 3, Bárður Danielsen 2, Finnur Hansson 2, Bent Djurhuus 2
Brotskøst: Kyndil 6, StÍF 4
Útvísingar: Kyndil 4, StÍF 7
Diskvalifikatión: Kyndil 1 (Beinleiðis reytt)