Um vikuskiftið verða flogbóltsfinalurnar hjá bæði teimum eldru og teimum yngru. Tað er stóra steypavikuskiftið hjá flogbóltinum, sum tykist at hava framgongd í løtuni.
Byrjað verður leygarmorgunin klokkan níggju, tá Dreingir 12 hjá SÍ og ÍF spæla. Aftaná verður finalan í B-bólkinum hjá Gentum 14, har Ternan og Fleyr spæla. Klokkan 13.30 verður mansfinalan millum SÍ og Mjølnir og klokkan 16 verður kvinnufinalan millum Mjølnir og SÍ.
Síðani verður spælt út á kvøldið til klokkan 19.45, tá Gentur U19 spæla seinastu finaluna á degnum. Sunnudagin verður byrjað klokkan 13, tá Gentur 12 hjá TB og Fleyr spæla, og spælt verður út á kvøldið, tá kvinnuunglingar og mansunglingar seta punktum fyri stóra steypavikuskiftið.
##med2##
FM1, sum hevur fylgt flogbóltinum alt kappingarárið, verður á staðnum og hevur beinleiðis frásøgn frá mans- og kvinnufinalunum.