Klárt til festdag í morgin

Í dag verður seinasta slitlagið av asfalti lagt á nýggju ferjuleguna í Nólsoy, so nú er klárt til avhandanina, sum verður seinnapartin í morgin

Ferjulegan í Nólsoy gjørdist liðug til tíðina.
Seinasti avhendingardagur varð ásettur til 20. mai, og tað gongur akkurát.
- Avrátt er, at ferjulegan skal handast til kommununa í morgin 19. mai. Tað verður lítið hátíðarhald, har eg sum formaður í havnarnevndini fari at siga nøkur orð, vit fara at klippa ein snór og so verður annars boðið til ein bita við onkrum leskandi afturvið, sigur Jákup Símun Simonsen, formaður í havnarnevndini.
Ætlanin er, at Ternan túrin klokkan 16.20 av Havnini skal leggja at við nýggju ferjuleguna, og eftir hátíðarhaldið verða nólsoyingar og fólk annars boðin umborð á Ternuna til ein breyðbita.
Í sambandi við ferjuleguna hevur havnarnevndin eisini avgjørt at taka niðasta egningarskúrðin og gjørt hann um til bíðirúm. Bíðirúmið hevur alt tað, sum eitt bíðirúm skal hava við WC, stólum og borðum. Hetta verður tikið í nýtslu samstundis.
Í gjár byrjaði Articon at flyta tilfar av oynni aftur. Tá vóru teir lidnir við sítt arbeiði. Tað sum nú er eftir, er at asfaltera økikð við ferjuleguna, og tað byrjaði EM Asfalt upp á í gjár.
Í morgun var bert seinasta slitlagið eftir at leggja á, og tí komu bilar út við í morgun.
Tað eydnaðist ikki at fáa orðið á Jákup Enni, sum hevur staðið fyri arbeiðinum fyri Articon. Hann er staddur uttanlands í løtuni. Men sum skilst á monnum, sum hava arbeitt upp á ferjuleguna, hevur vánaliga veðrið í vetur kostað teimum 16 arbeiðsdagar.
Sum nevnt var seinasta freist til tess at avhenda arbeiðið til tíðina fríggjadagin.