Flogbóltur
Talan gjørdist um greiðar favoritt-sigrar, tá seinastu fýra dystirnir í grundspælinum í flogbólti vórðu spældir um vikuskiftið.
Hjá kvinnunum var talan um tríggjar dystir, og var tað ÍF, sum kom best burtur úr hesum. Tær vunnu leygardagin greiðan sigur í Hoyvíkarhøllini móti KÍF, og sunnudagin gjørdist talan um greiðan sigur á TB.
TB hevði annars dagin fyri verið í Klaksvík, og tó at Mjølnir gav teimum hampuliga mótstøðu, so gjørdist talan um tryggan TB-sigur.
Hjá monnunum var bara ein dystur eftir. Nøvan hevði heimadyst móti ÍF, men heldur ikki í hesi royndini eydnaðist botnliðnum at fáa nakað sett.
Úrslit
Meistaradeild kvinnur
Mjølnir-TB0-3 (23-25, 16-25, 17-25)
KÍF-ÍF0-3 (10-25, 19-25, 20-25)
ÍF-TB3-0 (25-17, 25-14, 25-23)
Meistaradeild menn
Nøvan-ÍF0-3 (18-25, 16-25, 11-25)









