Her eru tað sjey lið úr bestu og eitt lið úr næst bestu deildini, sum hava vunnið sær pláss. Kyndil er einasta liðið úr Sunset-kappingini, sum ikki hevur umboð, og Neistin hevur tvey lið við í kappingini.
Og dystirnir í fjórðingsfinalunum eru so hesir:
VB-Tjaldur
Stjørnan-Neistin II
Neistin-StÍF
Søljan-VÍF
Fjórðingsfinalurnar hjá kvinnum skulu spælast longu 4. desember. Hjá monnunum er enn ikki klárt at draga lut um hesar dystir. Har verða seinastu undandystirnir leiktir 12. desember, men longu 15 desember eru fjórðingsfinalurnar settar á skránna.