Klárt - tá tað verður klárt

- Eg kann einki siga í løtuni um, nær eitt semingsuppskot verður klárt. Men partarnir sita nú hvør sær, og uppskotið verður klárt, tá tað verður klárt, sigur Terji Sigurðsson. Um alt gongst, sum ætlað, fara semingsmenninir einaferð í dag at leggja eitt semingsuppskot fyri partarnar í sáttmálatrætuni millum Føroya Reiðarafelag og manningarfeløgini.

Seinnapartin í gjár skiltist, at eitt semingsuppskot helst verður lagt fyri partarnar um middagsleitið í dag - ella tíðliga seinnapartin, men fyri løtu síðan kundi Terji Sigurðsson, semingsmaður, ikki við vissu siga, nær semingsuppskotið kemur.

- Partarnir sita nú hvør í sínum lagi og viðgera støðuna, og vit fara at koma við einum semingsuppskoti, tá tað verður klárt.

Spurdur, nær eitt uppskot møguliga verður klárt, sigur Terji Sigurðsson.

- Eg kann einki siga í løtuni, men eitt semingsuppskot verður klárt, tá tað verður klárt, sum hann tekur til.

Portalurin tók hesa myndina av uppisjóvarskipinum, Finni Fríða hósmorgunin við havnalagið hjá Runavíkar havn.