Nú er klárt at flyta inn í nýggja stásiliga heimið fyri børn og ung við autismu í Klaksvík. Týsdagin vitjaði landsstýriskvinnan heumið. Heimið er longu so smátt tikið í nýtslu og í komandi viku flytur fyrsta barnið inn.
Týsdagin var landsstýriskvinnan í almannamálum í Klaksvík og kunnaði seg um umstøðurnar í nýggja heiminum fyri børn og ung við autismu. Heimið liggur á Bumshamri og hevur fingið navnið Kelduskákið.
Heimasíðan hjá Almannamálaráðnum skrivar, at leiðarin, Asta Poulsen, vísti landsstýriskvinnuni runt í húsunum og illa kann sigast annað enn, at talan er um eini fyrsta floks hús, ið ivaleyst verður eitt vala heim hjá teimum, sum koma at búleikast í Kelduskáka.
- Tilgongdin hevur verið bæði long og drúgv, men eg eri sera fegin um úrslitið. Við hesum heimið geva vit børnum og ungum við autismu virðiligar umstøður. Og hóast verkætlanin bleiv dýrari enn upprunaliga ætlað, so hava vit nú eitt vakurt og trygt heim til 9 børn og ung fyri góða millión fyri hvørt búpláss, sigur Rósa Samuelsen í stuttari viðmerking.
Asta Poulsen greiddi frá, at heimið so smátt er tikið í nýtslu, men hevur enn bert verið nýtt til umlætting. Ætlandi flytur fyrsta barnið inn í Kelduskákað fyrst í komandi viku.
Í Kelduskáka verða 7 búpláss, umframt tvey umlættingarpláss.