Fyri løtu síðani bleiv tað staðfest, at tað verður bólkafinala í bólki B millum Føroyar og Áland í flogbóltskappingini hjá monnum á oyggjaleikunum í Gotlandi.
Ígjár vunnu Føroyar 3-0 á Grønlandi, og í dag gjørdist sigurin eisini 3-0 yvir Guernsey. Settúrslitini vóru 25-11, 25-18 og 25-17.
Áland hevur eisini vunnið 3-0 á Grønlandi og Guernsey, og tí er dúkað til bólkafinaluna millum Føroyar og Áland, sum má sigast at verða ein sannur oyggjaleikaklassikkari í flogbólti.
Hilmar Jan Hansen fer at siga frá dystinum millum Føroyar og Áland á Rás2. Dysturin byrjar klokkan 16.30, og kann hoyrast á www.midlar.fo, og annars á FM 88,7, FM 95,9 og á FM 98,7.
TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna Hilmar Jan Hansen gjørdi við føroyska landsliðsvenjaran, Bárð Bendix Mikkelsen aftaná dystin ímóti Guernsey í dag. Bárður Bendix Mikkelsen hevur góðar vónir ímóti Álandi um føroyska liðið fær sítt servutrýst og sítt álopsspæl at koyra.









