Tá nýggja skúklingahotellið í Keypmannahavn verður tikið í nýtslu seinast í juni, verður talan um eina rættiliga kollvelting fyri føroyskar sjúklingar, sum mugu sendast niður til viðgerðar, og teirra avvarðandi.
- Tað verða heilt aðrar umstøður, sum vit kunnu bjóða hesum sjúklingum tá. Tá sjúklingahotellið fyri nøkrum árum síðani varð flutt til verandi bygningar, so vísti tað seg ikki at halda tað, ið framman undan varð lovað. Ikki tí, hesi hølini vóru frægari enn tey, sum vóru framman undan, men kortini ikki nøktandi, sigur Karsten Hansen.
Nýggja sjúklingahotellið verður bygt fast í grønlendska sjúkrahús- og sjúklingahotellið, sum í stóran mun eisini virkar sum eitt sjúkrahús.
- Í hesum førinum er tað gott at vera nummar tvey heldur enn nummar eitt, tí nú sleppa vit undan teimum barnasjúkum, sum grønlendingar hava havt, sigur Karsten Hansen.
Ein av avgerandi fyrimununum í hesari verkætlanini er, at húsið verður bygt til endamálið.
- Umstøðurnar verða munandi betri enn í verandi bygningi, júst tí at bygt er til endamálið, sigur Karsten Hansen.
Verandi sjúklingahotell er ikki í besta standi, og tað lekur í eyri og seyri. Nú verður flutt inn í eitt spildurnýtt hotell.
Tryggar umstøður
Landsstýrið var annars bundi at einum sáttmála við verandi bygning, sum tað kostaði tógvi stríð at sleppa burtur úr og sum heldur ikki var heilt kostnaðarleyst.
- Nú kom hetta tilboðið, og tað var ov gott at siga nei takk til. Vit mugu jú ásanna, at vit í mong ár frameftir koma at senda sjúklingar av landinum, og tá er tað so ómetaliga umráðandi, at sovæl sjúklingar sum avvarandi kunnu kenna seg trygg við tær umstøður, tey liva undir, sigur Karsten Hansen.
Nýggja sjúklingahotellið liggur í somu frástøðu frá Ríkissjúkrahúsinum sum verandi hotel liggur, so tað verður einki bakkast í so máta.
- Gongdin er eisini hon, at vit taka fleiri og fleiri sjúkllingar heim, tí útgerðin er vorðin betri. Nú ber til at gera kanningar og undankanningar í Føroyum, sum fyrr máttu gerast í Danmark, sigur Karsten Hansen.
Nýggja sjúklingahotellið hevur sum nevnt munandi betur umstøður enn gamla hotellið.
- Nýggja hotellið hevur eitt nú familjurúm, sum saknur hevur við í.Nógvir sjúklingar búgva á hotellinum og fáa ambulanta viðgerð, og í slíkum førum er tað umráðandi, at hesi kenna seg trygg, sigur Karsten Hansen.
Símun Jóannesarson hevur verið í Danmark í farnu viku at kanna eftir, hvussu arbeiðið gongur, og hann hevur tikið myndirnar á síðuni.