Nú er kalla klárt at fara undir arbeiðið at gera ein 50 metra svimjhyl í Vági.
Tað er ein tíð síðani, at hugskotið varð nevnt fyrstu ferð.
Tað var eftir frálíka úrslitið hjá Pál Joensen í EM fyri junior-svimjarar í Beograd á hásumri í 2008, at møguleikin at gera ein 50 metra hyl í Vági, varð reistur fyrstu ferð av álvara.
Síðani hevur spurningurin verið reistur við jøvnum millumbilum og ikki minst tók hann seg upp aftur eftir seinasta bragdið hjá Pál Joensen í summar, har hann vann silvur í 1500 metra frísvimjing í EM í Budapest.
Tað bragdið vakti ans um allan heimin, serliga tí, at Pál hevur so vánaligar umstøður at venja og tað birti av álvara nýtt lív í kjakið um ein 50 metra hyl.
Vansin við at vit ongan 50 metra hyl hava í Føroyum, hevur enntá ført til spekulatiónir um, at Pál Joensen, og aðrir evnaríkir svimjarar, fara at verða noyddir at flyta uttanlands fyri at fáa nøtandi umstøður at venja.
Av tí sama setti frálíka úrslitið hjá svimjaranum úr Vági í kappingini í Budapest, av álvara ferð aftur á arbeiðið at virka fyri einum 50 metra hyli.
Í hesum kjakinum hevur eisini dúgliga verðið tosað um, hvar í landinum ein slíkur hylur skal vera og í hesum sambandi hevur eisini verið róð framundir, at sjálvandi skal hann vera í Havn.
Men vágbingar hava í stillum arbeitt víðari við ætlanini og uttan at nakar hevur varnast tað eru teir nú komnir so mikið langt, at tað er mestsum klárt at fara undir arbeiðið.
Grøn høll
Uppunaliga varð mest hugsað um ein venjingarhyl, har ein tunnil við nøkrum fáum geirum skuldi spreingjast inn í fjallið við el-verkið hjá SEV inni á Oyrunum í Vági.
Ætlanin varð so, at tað heita vatnið frá SEVverkinum, skulu brúkast at hita hylin við.
Men síðani er tann ætlanin slept og ístaðin fyri er ætlanin nú at gera munandi meiri burtur úr og at byggja eina rættiliga svimjihøll við øllum, sum hartil hoyrir.
Ætlanin er komin so mikið áleiðis, at nýggja svimjihøllin í Vági hevur longu fingið heimasíðu og hon sæst á www.svimjihollin.com
Har stendur, at ætlanin fevnir um eina høll við 50 metra hyli, har allir hentleikar verða.
Talan verður um eina multihøll, sum umframt at verða ein altjóða elitudepil til svimjing, eisini skal verða ein vælverudepil fyri alt landið.
Svimjihøllin í Vági fer eisini at taka atlit til umhvørvið, tí talan verður um eina grøna høll.
Tað verður nevniliga avlopshitin frá elverkinum hjá SEV í Vági, sum skal brúkast til at hita upp vatnið í 50 metra hylinum og í svimjihøllini annars.
Men umframt at verða orkusparandi, verður dentur eisini lagdur á, at tað skal verða so lítið klor í vatninum í hylinum, sum gjørligt.
- Vanliga er nógv klor í vatninum í einum svimjihyli og sostatt eisini luftin í høllini og tað hava nógv fólk ampa av.
Men í nýggja svimjihylinu í Vági verður vatnið reinsað við serligum vatnreinsianleggi, sum ger, at klorið í svimihylum kann minkast upp til 80 %.
- Hetta ger, at tað verður bæði frískligari og sunnari fyri fólk at svimja, og ikki minst er tað betri fyri umhvørvið.
12 milliónir
Vit hava tosað við ein av limunum í verkætlanarbólkinum, Jón Bjarnason, men hann hevur onga viðmerking beint nú, tí hann sigur, at tað er ov tíðliga at siga nakað ítøkiligt enn.
Men aðrar keldur í svimjiumhvørvinum upplýsa fyri Sosialinum, at høllin kostar einar 12 milliónir krónur tilsamans, tá ið alt er liðugt og at fíggingin er fingin til vega, ella er í øllum førum heilt tætt við at vera fingin til vega.
Annars hevur vanliga fatanin verið, at ein slík høll við 50 metra hyli, kostar eina ræðandi upphædd, men so er ikki.
Ætlanin er at gera høllina í tveimum byggistigum, har fyrsta byggistigið umfatar ein venjingarhyl upp á 50 metrar.
Hann verður ikki lagdur við flisum, men við segldúki fyri at gera tað bíligari.
Ætlanin er komin so mikið áleiðis, at fyrireikararnir hava sett nøsina upp eftir, at tann parturin av verkætlanini skal vera liðugur longu í februar og hetta fyrsta byggistigið kostar ein lítlan part av teimum 12 milliónunum.
En tá ið tað er liðugt, verða venjingarumstøðurnar hjá Pál Joensen og øðrum elitusvimjarum á altjóða støði.
Tá síðani verður farið undir annað byggistig, sum umfatar ein ordiligan hyl, umframt vælveru-hentleikar av ymsum slagi.
Men hesar upplýsingarnar vil Jón Bjarnason ikki vátta.
Fyrireikarar
og ráðgevarar
Í samband við arbeiðið at fyrireika og tekna verkætlanina um 50 metra svimjhyl í Vági, hava hesir staðið á odda.
Verkætlanarbólkurin
Jón Bjarnason
Dennis Holm
John Henrik Holm
Andrias Jacobsen
Heri Mortensen
Tekningar og annað
Andrias Jacobsen, byggifrøðingur
Mayfinn Norðoy, arkitektur (Kontrast)
Tom Silvurdal, verkfrøðingur
Hiti og vatnteknikkur
Martin E. Leo?og SEV
Aðrir ráðgevar
Vágs Timburhandil
INNTAKT
Elementvirkið Løve Betong
Arni Carlsen