Í kvøld verður stóra ólavsøkutiltakið hjá Rás2 í Vágsbotni.
Tiltakið hevur fýra ár á baki og hevur frá byrjan verið eitt av teimum heilt stóru ólavsøkutiltøkunum.
Aftur í ár ber til at uppliva tónleik og undirhald av tilgjørda pallinum uttan fyri studio hjá Rás2 í Miðlahúsinum.
Páll Finnur Páll fara at spæla, Jákup Veyhe fer at undirhalda, og eisini fara Elin & Kári at hava eina framførslu við kendasta ólavsøkusanginum av teimum øllum.
Tiltakið hjá Rás2 byrjar kl. 22.00 og er ókeypis.