Klárt at bovla í september

Í september letur upp bovlingarhøll við seks nútímans vøllum á Hálsi í Havn

John Johannessen


Eitt privat felag við Bjarna Kyster á odda er farið undir at gera bovlingarhøll í Havn.

Arbeitt verður í løtuni við at gera hølini í bygninginum hjá Thomas Dam á Hálsi klár, soleiðis at høllin kann lata upp í september.

Høllin skal hava seks vøllir, sum eru fult á hædd við teir, vit kenna frá stórum bovlingarhallum uttanlands. Tað verða teldur, sum av sær sjálvum rokna stigini út, og keylurnar syrgir ein maskina fyri at seta upp fyri bovlararnar.


Søkt um ølloyvi

Afturat bovlingarhøllini skal vera ein lítil matstova, har til ber at fáa sær lættan mat og eina øl afturvið.

Bjarni Kyster, sum verður leiðari av høllini, sigur, at talan verður ikki um eina matstovu, ið selur enskar búffar og annað líknandi. Matstovan skal selja lættari og bíligari mat, sum tú kanst njóta eina øl afturvið, tá tú ert liðugur at bovla.

Bovlingarhøllin hevur enn ikki fingið ølloyvi, men fær hon tað, skal tað bera til hjá bovlarunum at leska sær á eina øl meðan teir spæla. Talan verður kortini ikki um nakra bar, og sterkari løgur enn øl verður ikki seldur.


Tarnað av ídnaðarfrítíðini

Arbeiðið at gera bovlingarhøllina klára er eitt sindur tarnað av ídnaðarfrítíðini í Danmark, og tí ber ikki til at lata høllina upp fyrr enn í september.

Loftið til høllina og sjálvir vøllirnir liggja enn í Keypmannahavn, orsakað av ídnaðarfrítíðini.

Bjarni Kyster vil ikki siga, hvussu stór íløgan í bovlingarhøllina er, men hann sigur seg vera vísan í, at hon fer at bera seg.