Ólavur í Beiti
Jenis av Rana vil í 10 spurningum til landsstýrismannin í almanna- og heilsumálum m.a. hava at vita, hvør hevur rættin at samráðast og taka avgerðir um samstarv ella ikki innan gransking, herundir arvagransking, millum almennu Føroyar og aðrar tjóðir? Eisini spyr hann, nær var fyrsta sambandið millum Føroyar og íslendskar myndugleikar um arvagransking, og á hvørjum støði/við hvønn (alment ella privat, við politikkarar ella embætismenn) var hetta samband?
Og Jenis av rana vil m.a. hava at vita um Føroya Landsstýri var kunnað um fyrsta uppskot íslendinga um samstarv, og hví varð hetta uppskotið, sum íslendingar (leiðarin av DeCode Genetics) siga varð evnað eftir føroyskum leisti, vrakað? Og um Løgtingið/løgtingsmenn kunnu fáa upprunauppskot íslendinga útflýggja til kunningar og innlit í brævaskiftið, sum hevur verið millum almennar føroyskar myndugleikar og íslendsku fyritøkuna DeCode Genetics?
Í viðmerkingunum til spurningarnar, sigur Jenis av Rana m.a., at her hjá okkum fekk kjakið um arvagransking so óhepna byrjan, sum hugsast kann. Ófyrireikað varð roynt at brábyrja, hetta voldi ein ótryggleika størri enn hin náttúrliga væntaða, og royndirnar síðani frá landsstýrisins síðu at greina málið, hava verið alt annað enn álitisskapandi.
? Flestu munnu kenna myndina av týdninginum av, at grundin, ið bygd verður á, heldur. Spurningar Miðfloksins eru ein roynd at klárleggja tað fløktu byrjanina, sum málið fekk her hjá okkum, og meting okkara er, at vit ongantíð tosa nóg nógv um henda spurning - hetta stórmál. Umframt at skapa eitt gott grundarstøði at byggja á, er umráðandi, at vit ikki enda í somu eyðmýkjandi støðu sum grannar okkara fyri vestan, har tað eydnaðist kapitalinum at ?ræna arvin?, hesa ogn alra, íslendingum til lítlan sóma og ivasama trygd, sigur Jenis av Rana.
Á løgtingsfundi 6. august 1999 varð samtykt uttan atkvøðugreisðslu, at fyrispurngurin skal svarast.