Fótbóltur
Tað er ofta í størstu neyðini, at størsta hjálpin kann heintast. Og einki er at ivast í, at KÍ-spælararnir eru takksamir fyri stuðulin, sum varð veittur teimum, tá sannleikans tími stóð á skránni í dystinum móti B71 sunnudagin.
Skýlið var fullsett, longu langt áðrenn dystarbyrjan, og hóast sandoyingar eisini fingu sín stuðul frá áskoðarunum, so vóru tað bláu og hvíti litirnir, sum settu sín stóra dám á áskoðaraplássini.
Tað hevur annars verið alt annað enn hugaligt at verið KÍ-fjeppari hetta kappingarárið. Seinastu umførini hevur liðið heldur ikki víst nøkur tekin um, at teir ikki skulu flyta niður, men sunnudagin var eisini hetta øðrvísi.
Perlumál
Frá fyrsta bríksli vóru tað klaksvíkingar, sum royndu at seta seg á dystin. Teir vóru grammari í nærdystunum, og rættiliga ofta fingu teir eisini fatur á næsta-bóltinum, og tí kundu teir eisini leggja eitt ávíst trýst á B71.
Veruligar opnar møguleikar gjørdist talan sjáldan um, mog hin vegin hevði B71 eisini nøkur kontra-álop, sum kundu verðið heilt vandamikil, um neyvleikin var til staðar í seinastu sendingini.
Hjá KÍ var Heðin á Lakjuni framúr, og talan var eisini um framúr mál frá hansara fótum, tá hann um miðjan fyrra hálvleik legði klaksvíkingar framum. Heðin átti sjálvur sín part í uppspælinum, og í mest sum somu rørslu tamdi Heðin, snaraði sær á og smekkaði bóltin fram við Símun Rógva Hansen í málinum hjá B71, tá Kristoffur Jakobsen legði flatt innlegg fyri føtur hansara.
Málið gav uttan iva klaksvíkingunum tann frið og tað sjálvsálit, sum teir høvdu fyri neyðini, men sandoyingarnir fóru tó ikki niður við nakkanum av hesum ávum. Og seinasta korterið undan steðginum vóru teir javnan á vitjan í KÍ brotsteiginum.
Kundu punkterað KÍ
Fleiri mál komu ikki fyri steðgin, men heimafjøldin mundi fáa hálvleikskaffið í rangastrúpan, tá dysturin byrjaði aftur. Talan var annars um sera væl spælt álop, har Clayton, Wellington og Gudmund Nielsen broderaðu seg ígjøgnum mitt fyri, men Kristoffur Jakobsen tóktist hava fingið tamarhald á, tá hann kom ímillum. Men tá hann skuldi sparka bóltin av vandaleið gekk heilt galið, og í einum vøkrum boga smoygdi leðurkúlan seg inn um Jákup Mikkelsen, sum neyvan hevði roknað við nøkrum skoti móti málinum júst tá.
Og so var talan aftur um mótbrekku hjá KÍ. Ein brekka, sum enntá kundi blivið brattari, var tað ikki fyri eina fína refleks-bjarging av Jákupi Mikkelsen, tá Gudmund Nielsen royndi seg eftir frálíkt forarbeiði frá Rasmusi Nielsen.
Tað skuldi tó ikki verða dagurin hjá B71. Eitt korter fyri leiklok fall avgerandi málið. KÍ hevði júst sent hálvskadda Rógva Jacobsen á vøllin í eini roynd at hótta loftrúmið meira. Og meðan B71-verjan hevði úr at gera við at ansa honum og Ova Nysted í hornasparksstøðu, kundi Jan Andreasen við handara stólpa stýra hornasparkinum frá Kristoffur Jakobsen í kassan.
Øgiligur lætti
Og so var lættin øgiligur hjá Klaksvíkingum, tá dómarin hevði bríkslað fyri seinastu ferð. Fagnaðurin hevði neyvan verið størri, var tað sjálvt FM-heitið, sum spælt varð um. Spælarar og áskoðarar takkaðu hvørjum øðrum, og tað er eingin ivi um, at spælararnir nú gleða seg til næsta dystin, sum er ein uppgáva av truplara slagnum, tá teir skulu á vitjan hjá væl koyrandi B68.
B71 royndi seinastu løtuna at fáa eitt trýst í lag. Men tað gjørdist sjáldan til meira enn næstan. Tvær ferðir fingu KÍ’arar gult kort, tá teir vildu steðga gjøgnumbrotsroynd hjá Gudmundi Nielsen, og hjá KÍ mátti Allan Joensen út at skifta troyggju, tá tann fyrra varð skrødd sundur.
Men lívgevandi møguleikin kom ongantíð, og nú sær hálvgum svart út hjá B71. Næsta umfarið spæla teir í Gundadali móti B36, og tað líkist eini sera truplari uppgávu. Ein uppgáva, sum sandoyingarnir tó ikki hava ráð at missa nakað í.










