Um vikuskiftið leggur hópurin seinastu hondina á fyrireikingarnar, og verður hetta gjørt við venjingum í Havn og í Kollafirði.
Hósdagin í komandi viku spælir føroyska liðið fyrsta dystin, og er hesin móti Litava. Hinir báðir dystirnir verða spældir fríggja- og leygardagin, og verða hesir móti U20-liðnum hjá Turkalandi og móti liðnum hjá Onglandi, sum er vertur fyri fýra-landakappingini.
Umframt Sophus Dal-Christiansen verður Mildrið Nolsøe eisini við á ferðini sum hjálparvenjari. Og hava tær báðar hesar spælarar við sær í hópinum.
Tomma Petersen, Kyndil
Fríða Petersen, Neistin
Erla Eliasen, Sindal
Elin Staksund, Neistin
Ninna K. Johansen, StÍF
Durita Christophersen, Stjørnan
Rebekka Justinussen, StÍF
Simona Hansén, Freja
Ása Dam á Neystabø
Guðrið K. Mortensen, VB
Laila Jespersen, VB
Unn Kragesteen, Neistin
Heidi Maria Akselsen, Neistin
Una Olsen, Stjørnan
Simona Petersen, Stjørnan










