Klárar seg eisini væl í Avstralia

Í seinasta »út at koyra« umrøddu vit suðurkoreansku bilaframleiðsluna - at landið hevði sett sær fyri, at í ár 2000 skuldi landið framleiða 3 milliónir akfør og verða heimsins fimt størsta bilaframleiðaraland.

Verður hugt hvussu framleiðslan er býtt millum ymsu koreansku bilamerkini, so sæst, at Hyundai er væl størsti bilframleiðarin.

Á evropiska marknaðinum gongur væl hjá Hyundai. Sølan í fyrru hálvu av 1998 vaks við 30% í mun til fyrstu hálvu av 1997. Sølan á evropiska marknaðinum er nú størri enn samlaða sølan hjá hinum koreansku bilaframleiðarunum tilsamans - og næstan 60% størri enn næsti koreanski kappingarneytin.

Í Australia gongur eisini væl hjá Hyundai. Í 1997 var hetta mest selda bilmerki, tá talan er um privatbilar. Við 53.500 seldum bilum var Hyndaði klárt á odda í avstralsku bilasøluni.

Best dámdi bilur í Avstralia er Hyundai Accent, meðan Hyundai Coupé er mest seldi sportbilur. Elantra Wagon er frægast dámdur, tá talan er um fýra sylindara stationcar, og Sonata er nummar tvey á sølulistanum í sínum flokki.

Í hesum árinum væntar Hyundai verksmiðjan, at sølan verður uppaftur betur - m. a. grunda á Elantra, sum hevur fingið eina »andlitsrøkt« og tann nýggja Sonata?