Tað vóru einans 10 tinglimir, sum tryggjaðu Theresu May meiriluta í bretska parlamentinum í dag. 306 atkvøður vóru fyri misálitinum, men 325 atkvøður ímóti og tí verður hon sitandi sum forsætisráðharri í Onglandi.
Tað var andstøðuleiðarin, Jeremy Corbyn, sum reisti misálitisuppskotið móti forsætisráðharranum, eftir at uppskot hennara um avtalu við ES fall so dyggiliga í parlamentinum í gjár. Einans 203 atkvøður vóru fyri avtaluni, sum hon hevur gjørt við ES, nú Stórabretland er á veg úr samveldinum, men heili 432 atkvøður vóru ímóti.
Sostatt søgdu fleiri av hennara floksfeløgum, sum í gjár atkvøddi ímóti avtaluni, at teir hóast hetta hava álit á henni sum stjórnarleiðara.
Theresa May hevur longu í kvøld boðað frá, at hon nú fer undir tingingar við ymisku floksleiðararnar í parlamentinum fyri at finna eina loysn, so ein avtala kann gerast við ES, sum ein meiriluti í parlamentinum kann góðtaka.
Hon hevur nú freist til mánadagin til at finna eina nýggja loysn at leggja fyri tingið. Sambært fólkaatkvøðuni fer Stórabretland úr ES 29. mars í ár.