Verkfallið
Endar verkfallið hjá Skipara- og Navigatørfelagnum ikki rættiliga skjótt, kann tað gerast ein fíggjarlig vanlukka hjá nógvum bøndrum kring landið.
Nógv hevur verið tosað um ferðamannasigling, oljutrot og ølflutning undir verkfallinum, men tann samfelagsbólkurin, sum verkfallið kann fáa álvarsligast avleiðingar fyri, eru bøndurnir.
Og einaferð enn eru tað bøndurnir í útjaðaranum, sum eru harðast raktir.
Teir bøndur, sum hava mjólkneyt kring landið, har onki ferðamannasamband er, hava ikki nógv fóður eftir.
Petur Karl av Rana á Tvøroyri, sum hevur 80 neyt, sigur, at hann nøkur tons av fóðuri suður sjálvan valdagin, so hann er ikki tann ið er ringast fyri, tí hann klárar seg í einar 10 dagar afturat.
Hjá nógvum øðrum er støðan nógv verri, tí teir hava bara fóður til nakrar heilt fáar dagar afturat.
?Hetta er ein ruðulleiki, verður stutt staðfest á fóðurdeildini hjá MBM í Kollafirði.
Haðani verður sagt, at tey gera, hvat tey kunnu, fyri fáa fóður út til bøndurnar, men tað gongur strævið og tað er ongin trygd fyri, at tað eydnast.
Bjørn Patursson, formaður í Bóndafelagnum, ásannar, at støðan er við at gerast rættiliga álvarslig hjá nógvum bøndrum við mjólkneytum.
?Koma teir at mangla fóður, so at kúnnar ikki fáa tað ískoyti, tær skulu hava, missa tær mjólkina. -
? Men tað ringasta er, at missa tær fyrst mjólkina, fáast tær ikki at mjólka líka nógv aftur, fyrrenn tær hava kálvað, hvussu so roynt verður.
Hann sigur, at tað tí rættiliga skjótt kann gerast ein fíggjarlig vanlukka fyri bøndurnir kring landið, sigur Bjørn Patursson.
Hann sigur, at nú fer Bóndafelagið at seta seg í samband við MBM at vita, um tað er nakað, felagiuð kann gera fyri at bøta um støðuna. Men, hvat tað skuldi verið, veit hann ikki.
Útoyggjafelagið hevur ikki viðgjørt verkfallið, hóast tað mestu eru útoyggjarnar, verkfallið rakar. Óla Jákup úr Dímun, sum er fyribils formaður í felagnum, sigur, at tað hevur ikki verið serliga virkið seinastu tíðina, bæði av sjúku og øðrum orsøkum.
Men felagið er heldur ikki formliga stovnað enn, tað er ætlanin at gera í næstum,