Hóast oljan er dýrkað nógv í seinastuni, er tað ikki orsøkin til, at nógv húski eru sperd í dag.
Tað staðfestir Fíggjarmálaráðið.
Ráðið sigur í eini útrokning, at hóast oljan er dýrkað rættiliga nógv, er lønin hækkað enn meiri og tí er oljuprísurin einsamallur ikki orsøkin til, at keypiorkan hjá fólki minkar.
Løgtingið viðgerð í løtuni eitt uppskot frá miðflokkinum ogsjálvstýrisflokkinumum at broyta umstrídda oljuavgjaldið, so at tað aftur verður til tað, sum tað var fyrr.
Fyrr hækkaði og lækkaði oljuavgjaldið, alt eftir hvussu prísurin í oljuni var. Dýrari oljan var, lægri var oljuavgjaldið og bíligari oljan var, hægri var oljuavgjaldið.
Men síðani var oljuavgjaldið ásett at vera 80 oyru fyri liturin, sama um oljan var bílig ella dýr.
Oljan hækkað nógv
Í løtuni er oljan so dýr, at verður uppskotið hjá miðflokkinum og sjálvstýrisflokkinum samtykt, hevði onki oljuavgjald verið.
Í hesum sambandi hevur Fíggjarmálaráðið roknað út, hvat hækkingin í oljuprísinum merkir fyri húdarhaldini og um tað hevur ført til eitt beinleiðis fall í keypiorkuni, at oljan er dýrkað so nógv.
Fíggjarmálaráðið sigur, at verður hugt eftir prístalinum, sæst at prísvøksturin hevur verði 5,1% síðani 2001.
Tó hevur vøksturin verði størri í seinastuni. Síðani fyrsta ársfjórðing í 2004 er prístalið hækkað 3,5%.
Prístalið fyri brenniolja til hús er frá 1. ársfjórðingi 2004 farin frá 92,1 stigum, upp í 141,3 stig í 3. ársfjórðing í ár.
Hetta er ein vøkstur upp á 53,4%. Í prístalinum vigar hesin vørubólkur 3,9%
Prístalið fyri brennievni og smyrjolju til bilar er frá 1. ársfjórðingi 2004 hækkað úr 87,5 stigum til 108,6 stig í 3. ársfjórðingi í ár.
Hetta er ein vøkstur upp á 24,1%. Í prístalinum vigar hesin bólkur 3,1%
Fíggjarmálaráðið sigur, at hetta merkir, at eitt húsarhald sum 1. ársfjórðing í fjør brúkti 800 krónur um mánaðin til brenniolju til sethús og 600 krónur um mánaðin til brennievni til bil, noyðist nú at brúka einar 1.230 krónur um mánaðin til brenniolju til sethús og einar 745 krónur til brennievni til bilar.
Hetta svarar til eina meirútreiðslu upp á einar 575 krónur um mánaðin.
Lønirnar hækkaðar enn meiri
Prístalið vísir prísgongdina í miðal og tí er hetta eitt eitt mát fyri, hvussu vøksturin í oljuprísinum í miðal ávirkar nýtsluna hjá húsarhaldunum.
Men so sigur Fíggjarmálaráðið eisini, at í sama tíðarskeiði eru lønirnar hækkaðar eini 7,5%.
So verður bara hugt eftir prísvøkstrinum á brennievni, kann ikki sigast, at talan hevur verið um reallønarlækking, sigur fíggjarmálaráðið.
Miðflokkurin og sjálvstýrisflokkurin siga, at verður teirra uppskot samtykt, verður talan um ein munandi lætta og tað er ein lætti, sum kemur láginntøkunum mest til góðar
Tí mæla teir til, at ein partur av ætlaða skattalættanum verður umlagdur so at oljuavgjaldið heldur verður umskipað, so at tað fellur burtur, tá ið oljurpísirnir eru so høgir sum nú.
Uppskotið hevur ikki stórar møguleikar at verða samtykt, tí umboð fyri allar samgonguflokkarnar og tjóðveldisflokkurin, halda ikki, at tað er grundarlag fyri at lækka oljuavgjaldið og tí mæla tey frá at samtykkja tað.
Tey halda, at hava ávísir bólkar, eitt nú pensjónistar ella húski við børnum, brúk fyri einum lætta, ber tað til at hækka barnafrádráttin og at hækka viðbótina til pensjónistar.
Tey einastu, sum taka undir við uppskotinum, eru miðflokkurin og sjálvstýrisflokkurin.