Klára ikki at brúka so frægt sum helvtina av pengunum

Tað er hugstoytt, at tað ikki gongur betur at byggja bústovnar til folk við serligum tørvi, halda løgtingslimir

Í ár klárar landsstýrið bara at brúka 18 milliónir, av teimum 48 milliónunum, sum eru til taks til at byggja bústovnar til folk við serligum tørvi.

 

Tað staðfestur Eyðgunn Samuelsen, landsstýriskvinna í almannamálum. Tað var Magnus Rasmussen, sum vildi hava at vita, hvussu tað gongst, tí tað er almenn kunnugt, at á hesum øki er støðan syndarlig, helst í Havnini, har tað nettupp er ætlanin at byggja fleiri stavnar.

 

Eisini Bjørt Samuelsen, løgtingskvinna fyri Tjóðveldi, heldur, at tað er hugstoytt, at tað ikki gongur betri at byggja, men hon ivast ikki í, at tað er ein góð forkláring upp á tað, og ein kann vera, at tað er so ómetaliga stórt byggivirksemið.

 

Eyðgunn Samuelsen staðfestur eisini, at nettupp príshækkingar er ein trupulleiki, eitt nú hevur tað víst seg, at summar verkætlanir hava víst seg at vera so nógv dýrari, enn mett var, so at tey fingu ikki tað fyri pengarnar, sum tey væntaðu. Eitt dømi er Eirargarður, har umvælingarnar vórðu ov dýrar upp á seg, og tískil varð avgjørt at byggja nýtt sambýli til tey ístaðin.

 

Samstundis verður nógv orka løgd í at fyrireiki tær byggingar, sum skulu gerast og Eyðgunn Samuelsen vissar um, at ongin verkætlan á hesum øki verður útsett av spariávum. Men tað tekur mangan longri tíð at fyrireika eina verkætlan, enn folk geva sær far um, men arbeitt verður alla tíðina og bygt verður, tá ið fyrireikingarnar eru lidnar.