Kláraði seg ikki við gamla gjaldinum

1. januar 1999 hækkaði limagjaldið til sjúkrakassan í Havn upp í 160 krónur um mánaðin. Hetta verður gjørt fyri at sjúkrakassin skal gerast førur fyri at gjalda hvørjum sítt.

Sagt verður av skrivstovuni hjá Havnar Sjúkrakassa, at sjúkrakassin hevur stóra skuld til bæði læknar og apotek, og við gamla sjúkrakassagjaldinum hevði hann ikki klárað at goldið hesa skuld. Hetta er orsøkin til, at limagjaldið er hækkað við 20 krónum um mánaðan.


Heilivágur størsta útreiðslan

Sjúkrakassin hevur stóran útreiðslur til heilivág. Í byrjanini av 1998 varð MVG-gjaldið tikið av heilivági, og roknaði sjúkrakassin tískil við, at hetta kom at verða ein sparing fyri sjúkrakassan. Men prísurin á heilivági er hækkaður, og tískil hevur sjúkrakassin ikki spart tær tvær milliónirnar, sum væntað varð, tá MVG-gjaldið varð avtikið í 1998.

1. mars í ár hækkar gjaldið at søkja lækna við 5 prosentum, og verður hetta eisini ein stór útreiðsla fyri sjúkrakassan.

Tað triðja, ið hevur havt ávirkan á pengapungin hjá sjúkrakassanum hevur verið, at aldursmarkið fyri at vera limur í sjúkrakassanum í fjørð varð flutt úr 16 upp í 18 ár. Hetta hevur havt við sær, at sjúkrakassin fekk 750.000 krónur minni í sjúkrakassagjaldi í 1998.

Hækkingin á sjúkrakassagjaldinum merkir, at hvør einstakur vaksin borgari í Havn kemur at gjalda 240 krónur meira til sjúkrakassan um árið. Hetta vænta tey í sjúkrakassanum kemur at hjalpa uppá peninganeyðina hjá sjúkrakassanum.