Kláraði ikki trýstið

Alberto Gonzales leggur frá sær sum amerikanskur løgmálaráðharri

-Tað er harmiligt, at vit liva í einari tíð, har heiðursfólk sum Gonzales ikki sleppa at útinna sítt týdningarmikla arbeiði.

 

Tað var viðmerkingin hjá George W. Bush, forseta, eftir at Alberto Gonzales hevði boðað frá, at hann hevur gjørt av at fara frá sum løgmálaráðharri tann 17. september.

 

Tann 52 ára gamli Alberto Gonzales hevur verið løgmálaráðharri síðani í februar í 2005, men hann hevur verið fyri hvøssum atfinningum, síðani átta almennir ákærar fingu sekkin. Í Kongressini hava demokratarnir og fleiri republikanarar funnist at avgerðini, sum teir søgdu vera politiska, og teir hava kravt løgmálaráðharran frá. Í gjár orkaði Gonzales ikki at standa ímóti trýstinum longur.

 

-Tað hevur verið mær ein stórur heiður at virka sum amerikanskur løgmálaráðharri, segði hann, tá hann kunnaði fjølmiðlarnar um avgerð sína.