Tá Elsa Súsanna Dalsgaard var 38 ára gomul, flutti hon til Noregs at búgva, tí hon fekk dreymastarvið sum operasangari í Operakórinum í Oslo. Hon greiðir frá, at tað passaði væl til sín, tí hon ikki skuldi møta tíðliga til arbeiðis.
– Tað byrjaði at glíða kortini. Hóast eg var uppi klokkan sjey, fór undir brúsu og var klár at fara til arbeiðis ein tíma áðrenn, eg skuldi møta, fekk eg meg ikki út um dyrnar. Eg stóð og hugdi at hurðini, og eg fekk fleiri tankar um, hví eg ikki kundi fara. Til síðst fekk eg pressað meg gjøgnum dyrnar, sigur Elsa Súsanna Dalsgaard, sum í fleiri ár stríddist við sálarligur líðingina angist.
Á temasíðunum í Vikuskiftis Sosialinum hesa vikuna setta vit sjóneykuna á angist, sum ávirkar á leið 12 av øllum menniskjum. Elsa Súsanna greiðir frá síni søgu og sálarfrøðingur kemur nærri inn á evnið. Vikuskiftis Sosialurin er í sølubúðunum fríggjamorgunin og kann keypast talgiltur her









