Klára at standa ímóti tapi

Føroya Banki er væl fyri og hevur ikki brúk fyri hjálp til lánveitingar til alivinnuna, sigur Jørn Astrup Hansen, forstjóri í Føroya Banka

ALIVINNA

Í hálvársroknskapinum hjá Føroya Banka hevur bankin økt burturleggingar á útlánum til alivinnuna við 124 milliónum. Orsøkin er tronga støðan, ið alivinnan er komin í. Hesa støðu hevur Jørn Astrup Hansen, forstjóri í Føroya Banka, eisini áður gjørt vart við í Sosialinum, har millum annað nevnir, at eginpeningurin er um at hvørva í alivinnuni.
? Føroya Banki metir, at bankin við sínum burturleggingum í
hálvársroknskapinum 2003 hevur tikið hædd fyri teimum tapum, ið hótta alivinnuna. Føroya Banki hevur soleiðis gjørt seg til reiðar til luttøku í endurreisingini av vinnuni, verður sagt í tíðindaskrivi í sambandi við hálvársroknskapin.
Tær 124 milliónirnar umfata eisini smoltstøðir og sláturvirki. Tað verður lagt eina við, at bankin eftir hetta í fullan mun hevur burturlagt tann partin av útlánum bankans í alivinnuni, ið ikki verða hildin at vera umfataði av trygdum, serliga veð í fiski, sum varliga er virðismettur við støði í núverandi, sera lágu, laksaprísum.

Tørva onga hjálp
Eftir fyrstu útmeldingarnar hjá Føroya Banka um støðuna hjá alivinnuni, er bankin vorðin kritiseraður fyri at leita eftir einum útvegi burturúr alivinnuni fyri ikki at líða tap.
Men leiðslan í Føroya Banka vísir aftur, at teir leita eftir hjálp til lánveitingarnar til alivinnuna, ella at bankin ikki er førur fyri at standa ímóti tapum í alivinnuni.
? Við eini áogn í alivinnuni á 560 milliónir krónur og burturleggingum á 607
mió. og eginpeningi áljóðandi 1.469 mió., Føroya Banki í fullan mun førur fyri at standa ímóti tapum í alivinnuni, sigur Jørn Astrup Hansen.
Bankin mælir til, at myndugleikarnir ikki gera tilvurna hjá alivinnuni truplari
enn hon er, tí alivinnan er undir trýsti frá øllum síðum. Bankin mælir til at styrkja vinnuna ? ikki lánveitararnar.

Tørvur á tiltøkum
Givið er, at føroyska alivinnan er komin í eina trupla støðu. Kreppan í alivinnuni, sum vit loyva okkum at kalla støðuna, skyldast fyrst og fremst eitt alt ov stórt útboð av alifiski á heimsmarknaðinum, soleiðis at prísurin liggur væl undir framleiðslukostnaðin í Føroyum. Samstundis eigur føroyska alivinna eisini ein ringan fígginda í ILA smittuni, sum tamarhald ikki er fingið á.
Sum nevnt mælir Føroya Banki til, at tiltøk verða sett í verk fyri at styrkja alivinnuna. Og neyðugt er við einum samskipaðum tiltaki við luttøku frá alivinnuni, íleggjarum, fóðurveitarum, peningastovnum og myndugleikunum, verður sagt í tíðindaskrivi frá Føroya Banka.
Stóru tapini hjá alivinnuni hava drenað tað nógva av eginpeninginum úr vinnuni, og hetta er fyrsta fortreyt fyri, at alivinnan skal koma aftur á føtur. Í fjør átti alivinnan 23% av samlaða føroyska útfluttningsvirðinum. Tá eginpeningurin er mistur, er neyðugt at tilføra nýggjan eginpening, og her leggur Føroya Banki upp til, at bankin kann vera við til at gera hetta eitt sindur lættari.
? Er eginpeningurin mistur, er neyðugt at tilføra nýggjan kapital, um fyritøkan skal halda áfram. Og so er møguligt, at lánveitararnir við eini avskriving mugu vera við til at skapa grundarlag fyri nýggjum kapitalinnskoti, sigur Jørn Astrup Hansen.