Klípa heldur enn reformera
Ábendingar hava seinastu tíðina verið um, at búskaparstøðan er blivin betri. Skattainntøkurnar hjá bæði landinum og kommununum vuksu fyrstu seks mánaðirnar í ár, fulltíðararbeiðsloysið minkaði í juni, og bæði fólk og vinna hava størri tiltrúgv til búskapin.
Fíggjarmálaráðið gjørdi fyri kortum eina nýggja konjukturkanning, har vinna og fólk vórðu spurd um, hvussu tey meta um útlitini í búskapinum. Fyri fyrstu ferð í tvey ár var tað sonevnda treystitalið positivt, og tað sigur frá, at fólk og vinna eru meira positiv um útlitini í búskapinum. Álitið hjá fólki og vinnu á búskapin er avgjørt ein viðvirkandi orsøk til, at tað kann ganga betur, men í grundini er konjukturkanningin ein staðfesting av, hvussu mótið er millum fólk og vinnu júst nú – og ikki ein analysa av búskapinum og útlitunum sum so.
Samstundis sum summir pílar í hesum døgum peika rætta vegin í føroyska samfelagnum, sita fólk í aðalráðunum og stríðast við sveittabroti fyri at fáa játtanina til næsta ár at ganga upp. Vøksturin í almennu útreiðslunum skal tálmast, og nú tað verður gjørt, skulu skerjingar gerast nógvastaðni. Fyrstu ætlaninar hava sæð dagsins ljós, og fleiri eru á veg. Avleiðingin av hesum er, at teir pílar, sum í løtuni peika varisliga uppeftir, kunnu skjótt fara at peika niðureftir aftur, tá ið almennu sparingarnar verða gjørdar á fíggjarlógini næsta ár. Og eisini almennar sparingar í londunum rundan um okkum kunnu ávirka okkara búskap skeiva vegin komandi tíðina.
Sagt verður, at góður búskaparpolitikkur er at brúka pengar í ringum tíðum fyri at hava hjólini malandi og at halda aftur í góðum tíðum fyri at minka um ferðina. Í Føroyum hava politikararnir nøkunlunda funnið út av at brúka pengar í ringum tíðum, men tað almenna hevur eisini gingið á odda í at brúka pengar í góðum tíðum, og sveiggini í búskapinum hava tí verið hareftir.
Og samstundis sum politikararnir nú skulu sita og klípa av her og har – hjá teimum veiku, hjá teimum gomlu, hjá familjunum og øllum hinum – liggja reformar og veruligar rationaliseringar, sum av álvara kundu flutt nakað og bíða eftir semjum, avgerðum og íverksetan. Kommunureformur, skúlareformur, heilsureformur og fiskivinnureformur. Vit hava hoyrt um teir og arbeitt verður við onkrum, men alt ov lítið sæst av ítøkiligum úrslitum, sum veruliga kundu flutt samfelagið og bøtt um búskaparstøðuna.