Klænking í Stranda skúla

"Taparin vinnur..."

Tað er yvirskriftin yvir klænkiskeið, sum byrjar í Stranda skúla seinni í hesi vikuni.

- Hevur tú etið ov nógv á jólum, og kiloini eru komin uppá, so er nú ein møguleiki at sleppa av við tey aftur.

Tað er boðskapurin hjá André Danielsen og Hans Peturi Jacobsen, sum byrja klænkiskeið í Stranda skúla hósdagin hin 28. februar klokkan 18.30.

- Tú verður vigaður, BMI, blóðtrýst og pulsur verður mált. Tú fært eina kostætlan og eina ætlan um, hvussu tú eigur at røra teg. Í hvørjum einstøkum føri er tað tín ætlan, ið verður viðgjørd hvønn hósdag, siga teir báðir.