Á internetinum googli eg orðini: the best diet. Tað fyrsta, sum kemur fram, skríggjar til himmals, at tað er eingin kelda til vælveru.
Tað kennist sum, at lívið, sum eg higartil havi notið, verður sogið úr fingrum mínum, tá eg klikki á dómadagsleinkjuna: The Cabbage Diet. Hvíttkálskururin. Ljóðar meira sum ein høvuðsrættur á YouTube matsendingini, Depression Cooking with Clara.
Uppskriftin er einføld: kál, salt og vatn.
Lætt at minnast um ikki annað.
Hetta sleppi eg at fylla meg við 3 ferðir um dagin. Men máltíðirnar kunnu varierast við einari frukt omaná. Bara ikki banan. Opinbart er banan the fat mans favourite.
Heimasíðan, ið sær øgiliga klinisk og professionell út og við nøkrum áðrenn og eftir myndum av ávikavist Master Fatman og Twiggy, lovar, at hetta er ein kurur, sum garanterar, at kiloini rasla av eftir nøkrum fáum vikum. Hetta kann ikki passa, hugsi eg, tað má vera ein limit fyri, hvussu leingi tað er fysiskt møguligt at gumla upp á eitt kókað kálhøvd uttan at skrumpa inn og doyggja! Men, hóast eg einki svar fái upp á hetta, seti eg mær fyri at royna kurin.
Heimasíðan ræður tær til at máta kroppin, áðrenn byrjað verður, so munurin verður sjónligur, tá ein, eftir skál nummar 239, ikki orkar at lyfta høvdið upp frá døgurðaborðinum.
Sum sagt, so gjørt.
Eftir at hava staðið í kø í Kvickly við mínum kálhøvdi og pundi av salti, renni eg heim og taki sentimeturmálið fram. Máti og skrivi niður tølini fyri arm, lær, búk og bringu….og so, bara tí eg ikki kann halda mær, fær høvdið, fóturin og lítlifingur eisini ein umgang við málibandinum. Bara soleiðis…til stuttleikar.
Heimasíðan sigur eisini, at eg skal byrja eina dietary diary. Eg skal skriva niður, hvat eg ætli við hesum, hvørjir mínir tankar eru um tað og so framvegis. Kururin er nú alvorligani komin í gongd og er tríggjar og ein hálvan tíma gamal, so eg eri enn sannførd um, at fylgja honum slaviskt. Heimasíðan gevur mær spurningar at kickstarta mína dagbók við.
Heimasíðan: Hvussu veitst tú, at tú eigur at fara undir kálkurin?
Turið: Tá eg hyggi út gjøgnum vindeygað flagsa undirhøkurnar.
Soleiðis. Nú varð dagbókin skrivað.
Eg fari út í køkin og geri mær eina fløvandi, lekkra skál av káli.
Í einari seinastu desperatari roynd at lumpa heilan frá at halda, at eyguni stara niður í nakað, sum líkist einari skál av glóðheitum vesipappíri í laka, brøli eg allan vegin frá grýtuni til borðið, hvussu lekkurt hetta sær út.
Eg seti meg niður og fái mær eitt stórt petti av káli og nakað av saltvatni upp í kjaftin. Tað gerst tó beinanvegin rættiliga týðiligt, hvussu alneyðugt tað er at kopla heilan frá og so bara jótra sum ein kúgv í hungursneyð fyri at fáa hetta niðurum. Tár trilla, sveittin lekur og smakkleykirnir vilja skriva til Amnesty.
Hetta skal eg ikki gera aftur!
Í stundini er mítt "eg-má-tapa-meg"-tørn lukkuligani yvirstaðið, og ongantíð skal eg aftur nærínámind av einum kuri!
--
Turið Johannessen bloggar á www.turidbloggar.tk