Gegnistrupulleikar
Klæmint Weihe, stjóri í SEV, hevur ongar viðmerkingar til, at ein óheft nevnd nú skal kanna embætisførslu hansara í sambandi við Vágatunnilin.
? Tað er ikki vanligt at gera viðmerkingar til eina kanning sum ikki er liðug og tað fari eg heldur ikki at gera, sigur stjórin í SEV.
Hann endurtekur tó, at hann viðgongur, at tað var hevði gegnistrupulleikar og tí var tað eitt mistak, at hann tók lut í viðgerðini av málinum um at keypa neyaggregatið.
? Tað havi eg fingið átalu fyri.
Hann sigur, at hevur enn ikki tikið støðu til kravið frá formanninum í Umboðsráðnum um at taka seg úr nevndini fyri Norðoyatunlinum.
Hann vil heldur ikki siga nakað um, antin hann sjálvur heldur, at gegnistrupulleikin er so stórur, at hann eigur at fara úr nevndini fyri Norðoyatunlinum.
?Nú er ein kanning sett í verk og lat okkum fáa hana frá hondini fyrst.
Trupult at fylgja
Ein atfinning ímóti Klæmint Weihe hevur verið, at elarbeiðið í tunlinum er ikki lagt fyri SEV til góðkenningar áðrenn tað fór ígongd, soleiðis sum tað eigur.
?Tað er rætt, men tað er ikki óvanligt, tí treytirnar, sum SEV setir, eru orðaðar so, at tær eru truplar at fylgja út í æsir.
Tí ætlar SEV-stýrið at endurskoðað treytirnar við tí hyggju at broyta tær, so at tær lata seg gera í praksis.
?Eftir treytunum átti elarbeiðið í tunlinum at verið góðkent, áðrenn tað byrjaði. Men tað kemur fyri, at eitt slíkt arbeiði ikki verður endaliga góðkent, tá ið arbeiðið byrjar, men verður góðkent so við og við. Tað, sum hevur týdning, er, at tað verður endaligagóðkent, áðrenn tað verður sett til.
?Hetta er ein glíðandi tilgong frá tí at arbeiðið byrjar, til tað er liðugt og tað er ikki óvanligt.










