TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna Hilmar Jan Hansen hevði á Rás2 við liðskiparan hjá NSÍ, Klæmint Olsen aftaná 2-0 sigurin hjá NSÍ á KÍ við Løkin í Runavík, sum merkir, at NSÍ er bert fýra stig frá oddinum nú fimm umfør resta í kappingini.
Klæmint Olsen heldur, at hann og liðfelagarnir kunnu fegnast um eitt gott avrik, har teir hava tamarhald á dystinum. Longu í fyrra hálvleiki, hóast einki mál kom tá stóð Klæmint Olsen við kensluni, at teir vóru betur enn KÍ, og hann heldur, at tá NSÍ kom á odda 1-0 hingu KÍ-arnir við høvdinum.
Nú bíðar TB á heimavølli komandi umfar, og Klæmint Olsen leggur trýst á seg og liðfelagarnar við at sláa fast, at tað er bara eitt, sum kann góðtakast hjá NSÍ, og tað er, at teir fáa fult í hvørjum heimadysti.