TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna Hilmar Jan Hansen gjørdi á Rás2 við stórskjúttan, Klæmint Olsen hjá NSÍ, sum skeyt bæði málini, tá NSÍ vann 2-0 á ÍF í Fuglafirði.
Í samrøðuni greiðir Klæmint Olsen frá báðum málunum hjá sær.
Hann staðfestir tó, at ÍF hevur ment seg nógv síðani fyrsta dystin teirra millum, tá NSÍ vann 6-1. Klæmint Olsen undirstrikar, at tað er týdningarmikið, at teir fáa gongd á nú, tí teir eru ikki nøgdir við fyrsta triðingin av kappingini.