Klæmint vónar ikki nakran drúgvan skaða

(Frá Rás2) Liðskiparin hjá NSÍ fór av vøllinum aftaná bara 20 minuttirs spæl

Tá bert 20 minuttir vóru farnir av dystinum millum Suðringar og NSÍ mátti liðskiparin hjá NSÍ, Klæmint A. Olsen av vøllinum við einum skaða. Stutt frammanundan hevði Klæmint lagt NSÍ á odda 1-0 í einum dysti, sum NSÍ vann 3-1.

 

Klæmint A. Olsen vónar ikki, at talan er um nakran drúgvan skaða, men hann ætlar at fáa tað nærri staðfest í morgin hvussu tað verður við tí.

 

Klæmint A. Olsen kann fegnast um, at liðfelagarnir hálaðu ein 3-1 sigur heim, men ta løtuna, tá støðan var 2-1 stóð á gomlum nøglum.

 

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna, sum var við Klæmint A. Olsen á Rás2 í sendingini "Triði Hálvleikur".