Tað er hálvleikur í Runavík, har Jóhan Hendrik Ellefsen bríkslaði fyrstu ferð klokkan 19. NSÍ hevur vitjan av EB/Streymi, og nú teir eru farnir at hvíla seg, er støðan 2-1 til heimaliðið.
Fyrstu stóru løtuna sótu heimamenninir á øllum. Tað var einvegis ferðsla, NSÍ spælararnir vóru tryggir á bóltinum og evnaðu væl at finna holini aftanfyri EB/Streyma verjuna. Tað bar tvey mál við sær. Í fyrra førinum var tað eftir fríspark frá Peturi Knudsen og stútara, sum Klæmint A. Olsen setti í netið. Tað seinna var eftir langa framlegging frá Salmundi Bech fram til Klæmint A. Olsen, sum samanspældi við Petur Knudsen, áðrenn hann setti bóltin í málið.
At Klæmint A. Olsen í fyrra hálvleiki hevur skorað tvey mál ber við sær, at hann er heilt tætt stóra málinum, sum føroyskur fótbóltur bíðar eftir, at hann fer at røkka. Nú hevur hann skorað 198 mál í landskappingini og er bara tvey mál frá teimum 200.
EB/Streymur loftaði sær, tað varð tættari millum keturnar, og smátt um smátt vóru tað onkrar góðar støður í NSÍ brotseiginum. Tað var tó sjálvmál, sum bar við sær, at EB/Streymur minkaði um munin. Long sending úr EB/Streymaverjuni fram ímóti NSÍ brotsteiginum, har Tórður Thomsen var á veg fram, tá ið Oddur Á. Højgaard var óheppin at lyfta bóltin upp um málverjan og í sítt egna mál.
NSÍ – EB/Streymur (2-1) kl. 19.00
1-0: Klæmint A. Olsen
2-0: Klæmint A. Olsen
2-1: Sjálvmál
Dómari: Jóhan Hendrik Ellefsen
NSÍ: Tórður Thomsen – Jóhan Troest Davidsen, Oddur Á. Højgaard, Jákup Jakobsen – Jann J. Benjaminsen, Jesper Christjansen, Rógvi Egilstoft, Salmundur Bech, Pætur Turiðarson Skipanes – Klæmint A. Olsen, Petur Knudsen
EB/Streymur: Rói Zachariasen – Niklas T. Kruse, Petur Zachariasen, Mikkjal Hellisá, Ragnar B. Danielsen – Tóki H. Johannesen, Rói H. Olsen, Bárður Olsen, Hjalti Kárason Djurhuus, Símun Sólheim – Gutti Dahl-Olsen










